Viðgerðartrygd verður raðfest

Tað eru góð tíðindi at frætta í dag, at arbeitt verður við at skipa eina útgreiningareind í heilsuverkinum, sum skal tryggja fastar mannagongdir, tá illgruni er um krabbamein.

Tá undanfarna samgonga tók við í 2019, varð miðvíst farið undir at fremja ein heilsupolitikk fyri Føroyar. Hetta var gjørt við Kaj Leo Holm Johannesen á odda, sum var táverandi landsstýrismaður í heilsumálum, og hevði viðgerðartrygd sum høvuðsmál.

Millum tey átøkini, sum skuldu setast í verk, var viðgerðartrygd. Hetta fyri at tryggja, at eingir krabbameinssjúklingar skulu bíða longri enn hægst neyðugt eftir útgreining og viðgerð.

Tað er av allar størsta týdningi, at alneyðuga arbeiðið ikki steðgar á, og tí eru tað góð tíðindi, at núverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, heldur fram við arbeiðinum. 

Útgreiningareindin og móttøkueindin eru fyrsti liður, men neyðugt er at framhaldandi raðfesta viðgerðartrygd fyri føroyingar. Byrjast skal har skjót útgreining og viðgerð hevur týdning, og kann bjarga lívum.

 

Sambandsflokkurin