Í Politiken finst Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, harðliga at pørtum av muslimska samfelagnum fyri ikki at stuðla danska samfelagnum.
Hon heldur, at alt ov nógv meta tað at fylgja Koranini hava størri týdning enn at fylgja danskari lóggávu, og sambært henni er hetta ikki sambærligt við mátan, eitt fólkaræði skal virka uppá.
Og Mette Frederiksen heldur, at hetta er orsøkin til eina røð av trupulleikum, so sum sosialt eftirlit millum muslimar og høgt brotsverk millum tilflytarar.
- Tað eru nógv vaksin í muslimska samfelagnum í Danmark, sum ikki taka ábyrgd av Danmark.
- Tí so høvdu vit ikki sæð tey sløgini av trupulleikum. Vit vita eisini, at tað eru imamar, sum eru á skeivari síðu, sigur hon við Politiken.
Mette Frederiksen væntar, at tilflytarapolitikkurin tí verður eitt tað týdningarmesta temaið, tá fólkatingsval verður aftur í seinasta lagi næsta heyst.
Og javnaðarfólk fara sjálvi at stuðla kjakinum, sigur ho.
- Vit eru eitt álitssamfelag, og vit mugu kunna rokna við, at fólkaskúlalærarin er demokratur.
- Vit mugu hava álit á, at starvsfólkið á skaðastovu, sum tekur ímóti eini kvinnu, sum er álopin, ikki fer at ringja til ein klan at siga frá, sigur Mette Frederiksen við blaðið.
Hon heldur ikki, at støða hennara fer at kosta atkvøður frá demokratiskt sinnaðum muslimum til aðrar flokkar, tí teir eru minst líka troyttir av teimum, sum gera ónáðir sum hon, heldur hon.
/Ritzau/