Heidi Vestergaard byrjaði á Faroe Origin í Runavík í 1993. Hon starvaðist har, til virkið, sum tá kallaðist Lynfrost, lat aftur í 2010. Virkið lat uppaftur í 2011 sum Faroe Origin. Og Heidi Vestergaard byrjaði aftur á Faroe Origin í 2013.
Heidi Vestergaard sker heil fløk. Hon sker blóð og bein burtur, men kílin stendur eftir. Fyrr bleiv kílin skorin burtur, men nú fara fløkini í ein kutara, sum sker kílan burtur. Kutarin sker eisini fiskin í portiónir, hann verður skorin í sporl, miðstykkir og nakkar.
##med2##
– Eg havi skorið nógvar fiskar tilsamans. Her havi eg skorið í 11-12 ár, og áðrenn tað skar eg 17 ár í Havn.
Tað ber ikki til at telja, hvussu nógvar fiskar Heidi Vestergaard hevur skorið hesi árini, tí tað er ymiskt hvussu nógv verður skorið hvønn dag. Onkuntíð er nógv blóð í fiskinum, tá er nógv at reinsa, aðrar dagar er fiskurin penur.
– Tá er skjótt at fara eftir uggabeininum og so avstað, tað er eitt spæl.
Summi skera skjótt, onnur sera seint. Í løtuni eru tað royndir skerarar á Faroe Origin, men tey eru ikki so nógv. Vanliga skera tey millum 30 og 40 tons um dagin.
##med3##
Heidi Vestergaard dámar ógvuliga væl arbeiðið á virkinum, hon kundi ikki tongt sær annað arbeiði.
– Eg elski at arbeiða fisk. Eg veit ikki hví. Tá vit hava havt feriu, gleði eg meg at koma aftur. Eg standi og skeri, og man stendur bara og passar seg sjálvan, tað er deiligt.
Ein vansi við at arbeiða á Faroe Origin er fjarstøðan til arbeiðsplássið. Heidi Vestergaard býr á Argjum.
– Tað var lættari tá eg arbeiddi á Bacalao.
Í fleiri ár hevur Heidi Vestergaard koyrt av Argjum til Runavíkar. Frástøðan var munandi longri, áðrenn Eysturoyartunnilin læt upp, tá koyrdu tey fleiri saman, og farið var av húsum áðrenn klokkan 5:30, tí ofta byrjaði arbeiðsdagurin klokkan 7.
– Tað var deiligt, tá tunnilin kom. Eg føldi stóran mun, tí tá fóru vit seinni avstað.
##med4##
Tað er nógv og støðugt arbeiði á Faroe Origin.
Skipini Stelkur og Bakur, og Heykur og Falkur, landa til Faroe Origin, og arbeiðið á virkinum er tí knýtt at fiskarínum hjá skipunum.
– Í seinastuni hevur verið ordiliga nógvur fiskur at fáa. Í einar tveir mánaðir eru vit byrjað klokkan 7.
Skorið hevur verið frá 7-17 og pakkað longur út á kvøldið. Starvsfólkini vita í seinasta lagi dagin fyri, um tey skulu møta klokkan 7.
– Tað er langtsíðani, at virkið hevur verið stongt í longri tíð, men tað hevur verið stongt onkrar einstakar dagar.
##med5##
Farið verður í pausu fyrrapart og á døgurða. Starvsfólkini skiftast at fara í pausu.
– Vit byrja klokkan 7 nú, og tað hava vit gjørt leingi, og fara vit í pausu klokkan 9:30 til 9:50. Síðani fara hinar klokkan 9:55, og tá eru tær fyrru komnar uppá pláss. Tær seinnu koma aftur klokkan 10:15, og skulu vera uppá pláss klokkan 10:20. Og tað er upp á sama máta á døgurða. Vit skiftast aðrahvørja viku at fara í fyrru og seinnu pausu.
Heidi Vestergaard er álitisfólk á virkinum, hon tekur sær av trivnaðinum hjá starvsfólkunum og tosar við starvsfólk og leiðslu, um onkrar ósemjur og ivamál eru.
Tey eru 80 starvsfólk, og arbeiðið líkist sær sjálvum, men eitt sum er broytt er, at fleiri útlendingar arbeiða á virkinum nú. Tað er trupult at fáa føroyingar at starvast á virkinum. Útlendsku starvsfólkini koma úr Filipsoyggjum, Ukraina, Rumenia, Peru, Argentina, Nepal, Brasil og øðrum londum. Útlendsku starvsfólkini halda nógv saman við teimum úr sama landi, men øll heilsast og fara val við hvørjum øðrum.
– Fólkið er fitt, og vit hava ein góðan formann.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##