Umhvørvisstovan skrivar, at Sp/f Vindorka undir stovnan ætlar at seta sjey vindmyllur av slagnum Vestas, V-117 upp í 264 til 305 metra hædd á og kring Bøllufjall í Klivaløkshaga í útnyrðing úr Sands bygd. Myllurnar væntast at framleiða tilsamans umleið 150,7 GWt av ravmagni um árið.
Hæddin á vindmyllutornunum frá lendinum upp til snúningsaksulin verður 91,5 metrar. Tvørmátið á veingjunum (veingjabreiðið) verður 117 metrar, og samlaða hæddin til ovasta veingjaspíss 150 metrar. Lægsta hædd (niðasti veingjaspíssur) verður 33 metrar upp frá lendinum.
Simuleringar eru gjørdar av óljóði og skuggakasti frá vindmyllunum. Óljóð stavar í høvuðsheitum frá veingjunum á myllunum. Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt á luftin og sólin skínur ígjøgnum veingjabreiðið hjá myllunum.
Mett verður ikki, at vindmyllurnar verða til ampa vegna skuggakast ella óljóð í økjum, sum Sands kommuna hevur lagt út til sethús, almennar stovnar, vinnu, frílendi ella summarhús.
Í umhvørvisgóðkenningini eru ein røð av treytum til m.a. óljóð og skuggakast, dálking og annað.
Góðkenningin tekur ikki støðu til, um tað er neyðugt við góðkenning eftir aðrari lóggávu.
Umhvørvisgóðkenningin er her
Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her.
Avgerðin kann kærast til landsstýrisfólkið við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella [email protected] í seinasta lagi 9. oktober 2025.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.