Løgtingið hevur felt uppskot frá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, um fría fosturtøku. Tað var tann 15. mai í fjør, at tað stóð á jøvnum, tá atkvøtt var um málið. 15 atkvøddu fyri, og 15 atkvøddu ímóti. Fyri at uppskot skal verða samtykt í Løgtinginum, so skal meiriluti vera fyri.
Tað marghátliga tá var, at meirilutin í Framsókn, Hanna Jensen og Sólvit Nolsø atkvøddu ímóti uppskotinum frá teirra egna landsstýrismanni. Framsókn er einasti flokkur, sum hevur tað í síni stevnu at hava persónligt frælsi so sum fría fosturtøku.
Tað frættist í politiska umhvørvinum, at arbeitt verður við at leggja málið framaftur. Eitt sum talar fyri tí er, at nú er Árni M. Dam komin í tingbólkin hjá Framsókn í staðin fyri Sólvit Nolsø, sum er farin úr politikki. Annað er, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur sagt, at hann er fyri uppskotinum og at hann kemur aftur á ting í september ella í oktober.
Soleiðis eru ábendingar um, at meiriluti nú kann vera í tinginum fyri málinum.
Tað er ikki vanligt, at eitt landsstýrisfólk leggur framaftur mál, sum sama Løgting hevur felt, sjálvt um einki forðar honum fyri at gera tað. Og ger hann tað so kortini, so má hann vera 100 prosent vísur í, at málið verður samtykt, annars verður tað ein øgiligur politiskur ósigur.
Mest sannlíkt er tó, at einstøk tingfólk fara at leggja málið fram - kanska tingfólk bæði úr andstøðu og samgongu, og so kann tað verða samtykt, um støðan hjá tingfólki annars er tann sama, sum hon var 15. mai í fjør.
Lesið eisini: Føroyingar taka undir fosturtøku til 12. viku
Trupulleikin við Kaj Leo Holm Johannesen til tingfundin 15. mai í fjør var, at hann var burturstaddur og ikki fekk clearað við nakran. Tá tingfólk cleara, so fáa tey ein, ið atkvøður tað øvugta, at lata vera við at atkvøða. Eftir avgerðina tá segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann hevði atkøvtt fyri, um hann var í tinginum.
Fýra fólk úr samgonguni atkvøddu ímóti uppskotinum. Umframt Sólvit Nolsø og Honnu Jensen úr Framsókn atkvøddu eisini Henrik Old og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum ímóti.
Soleiðis atkøddur tingfólk í málinum um fría fosturtøku:
Fyri uppskotinum atkvøddu:
##med2##
Ímóti atkvøddu:
##med3##