Kortini ætlar man at gera eitt lítið sindur burtur úr.
Tað klassiska temaið um, hvussu pínd, plágað snýtt og terroriserað vit øll eru av danskari blokk-imperialismu verður sjálvandi ikki forsømt, og nógvir kendir nationalir masochistar úr tí republikansku sektini eru innbodnir at vitna og fara sjálvsagt at
gremja seg hjartaskerandi um, hvussu ringt teir hava tað í tí vemmiliga danska Ríkisfelagsskapinum.
Eftir teirra tykki finst einki land á okkara planet, sum er so fúlt sum Tað danska Ríkið.
So har er ikki nógv forandrað.
Men í ár verður kortini ein lítil festlig broyting:
Tað hevur leingi verið kent um alla Skálafjarðarleiðina, at Ovurborgmeistarin, hr. Tórbjørn Jacobsen í Runavík og á Glyvrum fyllir 70 ár tann 7. oktober, men tað eru tey fægstu, sum vita, at Vladimir Vladimirovitj Pútin eisini hevur fø'lsdag sama dag sum Tórbjørn.
Teir báðir vita væl av hvørjum øðrum og ætla ikki at lata dagin fara framvid uttan republikanska markering.
Sjálvan grátidagin tann fjúrtanda september fer borgmeistarin í Runavík at halda eina relativt stutta røðu uppá 1 og ¾ tíma, har hann greiðir frá hvussu ættarmenn hansara í Gøtu eru relativt nærskyldir við meginpartin av tí dannaða Europa, líka frá Mikkjali
í Lamba og Magnusi Heinasyni til ungarska høvuðkambin Orban, russiska uttastovumannin Lavrov og oddamannin í Kreml, megin-republikanaran, Pútin.
Tórbjørn er ikki smáligur, so hann og Kremlavinurin ætla at bjóða meginpartinum av Skálafjarðarbúgvum saman við russiskum gestum til gildið tann 7. oktober.
Pútin ætlaði at tað skuldi fara ein vodkafløska í hvørt hús, men tað fekk tann fornermaði Eides-Erlingur forpurrað, tí hann segði tað vera persónligt móti hansara íslendskt importeraðu dropum.
Fø'lsdagurin fer valla at hóva Siru og fleiri innbodnum, sum halda, at Torbjørn vansirar fjúrtanda-martyrhaldið og setir tað næstan til viks, so fø'lsdagurin hjá politiskum oddabrøðrum tekur heilt uppmerksemið frá martyriums-festini.
Pútin sjálvur kemur ikki við til gráti-haldið, tí hann orkar ikki fyri Siru, sum nyliga hevur verið inni á gólvinum hjá Zelenskij.
Men eftirsum Pútin fyllir 73 sama dag, sum Jacobsen verður 70 hava fø'lsdagsdreingirnir báðir avgjørt at hittast umborð á einum larmandi russiskum trolara í Runavík.
Men tann paranoidi Pútin vil ikki koma í land, tí hann firnast bæði mat og drekka.
Tí hava Tórbjørn Jacobsen og Vladimir Vladimirovitj Pútin avgjørt at fylkjast til sjós í Runavík, har bæði smakki- og drekkifólk eru til taks. Jákupsstovupilturin hevur lovað at gingið russiskum kokkum til handa.
Menuin verður smáræsaður trolarafiskur úr Barentshavinum. Omaná verður hjallakaka, sum Lillian Weihe hevur elt saman við Siru.
Tann narcissistiska teggjan Carl Johan Jensen, Erlingur Eidesgarður og Sunnuleivur Rasmussen eru í øðini um, at Torbjørn og Putin loypa teggjuna heilt um og dominera gráti-festina við teirra fø'lsdags-planum.
Dennis er eisini harmur, men sleppur kortini at blása tey síðstu trý ljósini í fø ĺsdagskakuni hjá Pútini.
Dennis sum lúnar um eina mista fergu, ætlar at spyrja Pútin um hann hevur eina gamla Volga-fergu sum kann avloysa Galaxy og Smyril.
Magni Arge, sum trívist best tá ið hann er fornermaður, er ikki við, tí hann heldur ikki hann fær pláss fyri høvuðkambum.
Ovurkommunala Oddakonan í Havn hevur skapt ein betonkiligan áhuga við at krevja at alt tingmannaliðið hjá loysingum skal møta í ælabogalitum til grátifestina.
Men nú frættist, at Høgni Hoydal hevur fulkomuliga spilt tann litfagra festliga idyllin, tí hann ætlar at møta i morreyðum koti
Tann kommunala Oddakvinnan er ovursint, tí morreytt er avgjørt ikki nakar ælabogalitur.
Grátigildið verður tí rættiliga beskeðið í ár.
Tó hevur Lillian Weihe játtað at skipa fyri intensum felagsgráti á midnátt
Við dyrnar situr tó ein permanentur unglingi fjøtraður og fastbundin. Hann skiftivís mutlar, hóttar ella goyr javnliga orðið "Loysing" burtur úr sær.
Við síðuna av honum stendur ein krukka við amerikanskari olju, sum summi empatisk fólk leska hann við, so hann fær ein linna viðhvørt.
Fólk undrast á hansara avmarkaða orðatilfar.
Tað er annars fyrrverandi barnaskúlaforførari Jørgin Úlvsá
Hann er fyribils ikki boðin í fø'lsdag hjá Tórbjørn og Vladimir. Teir halda hann ikki vera nakran vertskapsmann.
Fólk bíða sjálvandi spent eftir jubilfestini hjá sektini í næsta ár, har man kanska fær bæði sjálvan Pútin, catalonarar og baskarar við.
Virgar Tórarson Dalsgaard