Fróði og hansara menn bjóða EB/Streymi av

Við 2-0 sigri í Hólmanum á Eiði bjóða toftamenn av í kappingini um sætta plássið

Fróði Benjaminsen er nýggjur B68 venjari. Fyrsta royndin hjá nýggja venjaranum í bestu deildini var í dag í góðveðrinum á Eiði. Nú hevur Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslað fyri síðstu ferð í Hólmanum, og Fróði Benjaminsen og hinir toftamenninir eru á veg av vøllinum við 2-0 sigri.

 

Úrslitið ber við sær, at B68 hevur 23 stig og er eitt stig aftanfyri EB/Steym, sum er á sætta plássið við 24 stigum. Hetta er fyrsti sigurin hjá B68 ímóti EB/Streymi í ár. Fyrr í ár vann EB/Streymur 1-0 í Hólmanum, og á Svangaskarði endaði tað 2-2.

 

Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst. B68 legði seg á odda tríggjar minuttir eftir steðgin. Málskjútti var miðvallarin Patrick Mensah, sum í summar flutti av Skála og til B68. Málverjin hjá heimaliðnum megnaði ikki at halda bóltin, og so skoraði Patrick Mensah fyrsta málið í reyðu B68 troyggjuni. Støðan stóðst av hornasparki úr vinstru, sum Marjus Nón tók sær av.

 

Fríði í Túni Petersen plagar at vera vongverji hjá B68 í høgru. Í dag var hann leikbannaður, og avloysari var Hanus Højgaard, sum fyri stuttum spældi tvær ferðir í hesi ódnini á U-21 landsliðnum. Hanus var eyðsýndur, og nógv av álopsspælinum hjá toftamonnum var í høgru.

 

Tað leikaði javnt á, og Djóni Samuelsen hjá B68 og Búi Egilsson hjá EB/Streymi høvdu góðar møguleikar at skora, áðrenn B68 økti um munin, tá ið tað restaði eitt korter.

 

Uppspælið var í høgru og so í vinstru og aftur í høgru. Hanus Højgaard og Emanuel Kulego áttu sín lut, og roynd hjá Kulego ímóti málinum varð blokerað, áðrenn bólturin støkk til framrættaða miðvallaran Sebastian Lau Nielsen, sum úr stuttari fjarstøðu smekkaði bóltin í málið. Hetta var fimta málið hjá Sebastian Lau Nielsen í ár. Hann er nú toppskjútti hjá B68.

 

Fríggjakvøldið klokkan 18.30 fær B68 vitjan av NSÍ, og sunnudagin fer EB/Streymur til Klaksvíkar.

 

 

 

EB/Streymur – B68 0-2 (0-0)

 

0-1: Patrick Mensah

 

0-2: Sebastian Lau Nieosen

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø – Virgar Jónsson, Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen – Gutti Dahl-Olsen, Búi Egilsson, Thomas Bjørn Miezan

 

B68: Tórður Thomsen – Hanus Højgaard, Aleksander Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Marius Nón – Jákup N. Vilhelmsen, Patrick Mensah – Emanuel Kulego, Sebastian Lau Nielsen, Djóni Samuelsen – Jonathan Okenge Wembonyama