Tað vera KÍ og HB, ið spæla steypafinaluna hjá kvinnum á Tórsvølli, leygardagin 27. september.
Fyrr í dag tapti HB á heimavølli 0-1 fyri Víkingi, men tær í HB vunnu ein samlaðan 3-1 hálvfinalusigur.
Við Djúpumýru í Klaksvík bleiv ongantíð spennandi. KÍ vann stórsigur 7-0 á Skála ÍF. Í steðginum var KÍ á odda 4-0. KÍ vann 3-1 í fyrru hálvfinaluni, og vann sostatt ein samlaðan 10-1 hálvfinalusigur.
KÍ hevur vunnið steypakappingina 16 ferðir, og HB hevur vunnið steypakappingina seks ferðir. Seinast KÍ vann steypakappingina var í 2022, og seinast HB vann var í 2019.
Í 2022 vann KÍ 2-1 á júst HB í finaluni.
KÍ-Skála ÍF 7-0 (4-0) - KÍ vinnur samlað 10-1
1-0 Tóra Mohr (5.)
2-0 Tórun Joensen (8.)
3-0 Tóra Mohr (19.)
4-0 Durita Hummeland (40.)
5-0 Tóra Mohr (56.)
6-0 Durita Hummeland (61.)
7-0 Maria Vinjardsdóttir Johansen (88.)