- Hetta fer heilt sikkurt at minka um møguleikarnar hjá Russlandi at føra kríggj, skrivar hann í einum uppslagi á X.
Samstundis heitti hann á londini um at lurta eftir útsøgnunum seinastu dagarnar frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum eisini hevur heitt á limalondini í NATO um at lata vera við at keypa russiska olju.
Í einum uppslagi á sínum sosiala miðli, Truth Social, lýsti Trump tað sum ørkymlandi, at tað eru lond, sum framvegis fáa olju úr Russlandi.
Amerikanski forsetin skrivaði, at hetta viknar samráðingarstøðuna hjá NATO-londunum.
/Ritzau/