VIDEO: Adrian skoraði dreymamál móti Esbjerg

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Hillerød-Esbjerg 3-0 (2-0)

Tað gongur væl hjá Adrian R. Justinussen í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Adrian og Poul Kallsberg vóru við frá dystarbyrjan, tá Hillerød á heimavølli vann ein trivaligan 3-0 sigur á Esbjerg.

 

Tá 16 minuttir vóru leiktir av dystinum økti Adrian til 2-0 við einum dreymahøggi úr 20 metrum. Beint frammanundan hevði Poul spælt Adrian hegnisliga leysan, men ein ivasamur rangstøðudómur kolldømdi tað málið.

 

HER  ber til frá Viasat at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Frásøgumaðurin hevur nógv góð lýsingarorð um sparkiteknikkin hjá Adrian.

 

Talan er um fimta málið hjá Adrian í níggju dystum hetta kappingarárið.

 

Victor Dedes legði Hillerød á odda longu í fjórða minutti, og í fjórða minutti av seinna hálvleiki økti Saman Jalaei til 3-0. Í báðum førum var talan um returbóltar.

 

Hillerød er nú fremst í deildini við 17 stigum fyri níggju dystir.

 

Ígjár taptu Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding 0-1 (0-1) fyri Hvidovre á heimavølli.

 

Kolding er nummar fimm í deildini við 14 stigum.

 

Fríggjakvøldið spældi Martin allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad á útivølli á leikvøllinum á Østerbro í Keypmannahavn vunnu 3-1 á B93 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað var annars B93 sum legði seg á odda í 29. minutti, men fýra minuttir seinni javnaði Magnus Kirchheiner til 1-1. Fyrsta korterið av seinna hálvleiki syrgdu Kasper Andersen og Simon Bækgaard við hvør sínum máli fyri, at Aarhus Fremad vann dystin 3-1. 

 

B93 hevði bóltin 54 prosent av tíðini, og liðini høvdu bæði seks royndir innanfyri málrammurnar, men teir hjá Aarhus Fremad vóru neyvari.

 

Aarhus Fremad er nummar sjey í deildini við 12 stigum fyri níggju dystir.