Aftur koyrandi við Gøtugjógv

Løgreglan boðar frá, at tað nú aftur er koyrandi við Gøtugjógv

Fyrr í kvøld varð vegurin við Gøtugjógv stongdur fyri ferðslu.

 

Eini seyðahús vóru farin í luftina í nógva vindinum, og tí varð gjørt av at steingja vegin, so størri skaði enn tað sama ikki stóðst av.

 

Fyri løtu síðani hevur løgreglan boðað frá, at tað nú aftur er koyrandi.