Aftur oljudálking í Havn

Leygardagin mátti menn frá Sløkkiliðnum í Havn enn einaferð at pumpa olju upp av Havnarvág. Hesaferð er tað strandfarðaskipið Smyril, sum hevur pumpað smyrjiolju á sjógv.

Svarið frá Tórshavnar Kommunu er í slíkum førum, at tilburðurin verður meldaður til løgregluna.

Heðin Mortensen var alt annað enn fegin, tá Sosialurin leygardagin greiddi honum frá, at Havnarvág aftur er dálkað av olju.

- Tað er ótrúligt, at líkagyldigheitin skal vera so stór, men tað er uttan iva tí, at tað ongar avleiðingar fær, tá skip og oljufeløg koyra olju á sjógv, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur víðari, at bøturnar, sum verða givnar í slíkum førum eru láturligar – tær eru so smáar, at tær ongan týdning hava.

Heðin Mortensen heldur, at allar kommunurnar eiga at hava felags reglur, tí um t. d. Tórshavnar Kommuna ger serligar reglur, so fara skipini bara í aðrar havnir.

- Vit hava tikið hetta upp í Kommunusamskipan Føroya, og vit fara at royna at fáa hinar kommunurnar við eisini, sigur hann.

Smyril skuldi av Havnini kl 15:30, men hann slapp ikki av stað fyrr enn ein tíma seinni, tí øll oljan lá innan fyri skipið.