Bretskir og argentinskir politikarar eru aftur farnir at keglast um Falklandsoyggjarnar, og báðir partar leggja hvør annan undir at reka hjálandapolitikk.
Á einum fundi í bretska trygdarráðnum nú í vikuni segði David Cameron, forsætisráðharri, at tey, sum búgva í Falklandsoyggjunum, hava rætt til at gera av, hvørt oyggjarnar skulu vera bretskar ella argentinskar.
-Tey vilja vera bretar, men argentinar vilja hava tey at vera nakað annað, segði Cameron og legði afturat, at Bretland er sinnað at verja oyggjarnar við hermegi, gerst tað neyðugt.
Argentinski uttanríkisráðharrin, Hector Timmermann, heldur, at orðini hjá Cameron er ein tann seinasti andadrátturin hjá einum hjálandaveldi, sum er um at geva upp andan.
Í vár eru 30 ár, síðani kríggj var millum Bretland og Argentina um Falklandsoyggjarnar. Tað kríggið vunnu bretar.