Aftur í Suðuramerika.

Suðuramerika hevur ikki verið vertur fyri HM í fótbólti, síðani 1978. Men í 2014 sleppur heimsparturin, har fólk óiva eru mest tengd at fótbóltinum, aftur at hýsa heimsins størstu ítróttarkapping

Heri Simonsen

[email protected]



Hesuferð var tað ein avgreiðsluspurningur, um hvør skuldi hýsa HM í fótbólti, í 2014. FIFA hevur fyri langari tíð síðani avgjørt, at HM í 2014 skal verða í Suðuramerika. Suðuramerikanska fótbóltssamgongan, sum eitur COMNEBOL hevur bert 10 limalond. Og bert eitt land hevur boðið sær til at verða vertur fyri heimsins størstu ítróttarkapping. So tað var talan um ein skjótan upplestur, og so nógvar lógvabrestir. So skjótt, og lætt verður tað neyvan at finna vertirnar í 2018. Serliga nú, tá tað er frí kapping millum heimspartarnar aftur!


Kolumbia 1986

Ein høvuðsorsøkin til, at heimsfótbólturin ikki hevur litið Suðuramerika uppí hendur at standa fyri HM í fótbólti, er kiksarin hjá Kolumbia. Kolumbia var kosið at verða HM-vertur fyri 1986, longu afturi í 1979. Men tá 1986 nærkaðist, stóð alt í andaleypi í Kolumbia. Ófriður valdaði eisini í landinum, og tí valdi FIFA at flyta HM til Meksiko. Og væl var valt. HM í 1986, er eitt hitt besta HM-endaumfarið nakrantíð. Eins og HM í 1970, sum eisini var í Meksiko. Tó má sigast, at Suðuramerika hevur liðið undir kiksaranum hjá Kolumbia. Men nú fer so at bera til aftur.


Fimtu ferð

HM í 2014 verður fimta HM, sum verður hildið í Suðuramerika. Fyrsta HM í heimssøguni var hildið í Uruguay, í tí Harrans ári 1930. Hetta árið hátíðarhelt Uruguay sín 100 ára dag, sum sjálvstøðug tjóð. Uruguay hevði eisini vunnið OL-gull í fótbólti í bæði 1924 og 1928. Tí valdi ein meiriluti á FIFA-kongressini í Barcelona, at Uruguay skuldi hýsa HM í 1930. Men uppmøtingin var vánalig. Fleiri evropeisk lond boykottaðu HM í 1930, tí tey tímdu ikki at ferðast so langt við skipi! Uruguay hevndi seg við ikki at møta til HM í 1934, og í 1938, sum blivu hildin í ávikavist Italia og Fraklandi. Kortini er HM í 1930 ein varði í søgu landsins. Í finaluni vunnu Uruguay 4-2 á stóru grannunum úr Argentina. Millum málskjúttarnar var Victor Castro, sum bara hevði ein arm. Dagurin tá Uruguay vann sítt fyrsta HM, gjørdist tjóðardagur í tí lítla landinum.


Brasilski niðurtúrurin

Fyrsta HM eftir kríggið var hildið í Brasilia. Hetta var í 1950. Í fyrsta umfarinum hendi ein sensasjón. Arrogantu onglendingarnir, sum høvdu hildið seg verða ov góðar, at luttaka í HM áður, taptu 1-0 ímóti USA. Inntil 12. september 1990, var hesin sigurin hildin at verða størsta sensasjónin í landsliðsfótbólti. Hetta broytti Torkil Nielsen. Á veg til finaluna bankaði Brasilia Svøríki við 7-1, og Spania við 6-1. Teir vóru stórfavorittar í avgerandi dystinum ímóti Uruguay. Brasilia legði seg eisini á odda 1-0 í 47. minutti. Løtu seinni javnaði Uruguay. Í 79. minutti hendi nakað, sum eingin – hvørki í Brasilia ella í Uruguay – gloymdi. Alcides Ghiggia skoraði til 2-1. Uruguay skundaðu sær suður um mark við steypinum, har lítla landið var í undantaksstøðu í fleiri dagar. Brasilia var eisini í undantaksstøðu, men av sorg. Pelé, sum var 9 ár tá, minnist enn ilt aftur á hendan dystin. 205.000 áskoðarar vóru klárir til tað stóru fótbóltsveitsluna á Maracana Leikvøllinum. Sálarligi niðurtúrin, sum brasilska fólkið fekk av tapinum ímóti Uruguay verður enn í dag nevnt “Maracanazo”.


Mutur?

HM var aftur hildið í Suðuramerika, í 1962. Hesuferð í Chile. Vertirnir gjørdu eitt gott arbeiðið, og hetta HM gjørdist eydnusamt fyri Brasilia. Brasilia, sum vunnu HM í Svøríki, í 1958, endurvunnu HM í 1962. Í finaluni, sum var í høvuðsstaðnum Santiago vann Brasilia 3-1 á Kekkoslovakia, eftir at Kekkoslovakia hevði verið á odda 1-0. Í 1978 var HM hildið í Argentina. Kalt var á sunnaru hálvkúglu hendan veturin, og fyri fyrstu ferð upplivdu áskoðarar og sjónvarpshyggjarar at síggja kava á vøllinum, til eitt HM-endaspæl. Tað sum fólk tó minnast HM í 1978 best fyri, er 6-0 sigurin hjá Argentina yvir Peru. Argentina mátti vinna 6-0 á Peru í millumumfarinum fyri at koma í finaluna. Annars kom Brasilia í finaluna. Og teir vunnu júst 6-0. Og tað hildu øll onnur verið løgið, men ikki argentinar, og so nøkur fólk í Peru. Tað er eisini kent, at argentinska stjórnin gav Peru stóra uttanlandshjálp, beint aftaná HM. Argentina hevði tá eitt hernaðarstýri, og royndu fleiri mannarættinda-stríðsfólk at fáa kikaran settan á Argentina í hesum sambandi. Finaluna vann Argentina á Hollandi við 3-1. Støðan eftir vanliga leiktíð var 1-1. Hollendingar vóru óhepnir. Teir raktu træverkið fleiri ferðir, og so vóru teir uttan Johan Cruyff. Hetjan hjá Argentina í 1978, var toppskorarin Mario Kempes.