Aftur tap til Hødd

Hødd tók ímóti NIL-Trysil á Høddvoll Leikvøllinum í Ulsteinsvik

Tað var minni enn hálvur tími farin, tá NIL-Trysil hevði lagt seg á odda 3-0 við tveimum málum hjá Håvard Storbæk, og einum máli hjá Kim Ojo. 3-0 gjørdist eisini hálvleiksstøðan. Hødd royndi at gera ein spurt ímóti endanum av dystinum, Eirik Hoseth og Fernando Caballero minkaðu um munin til 2-3, men longur rakk Hødd ikki. Hødd er framvegis undir niðurflytingarstrikuni í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 9 stigum fyri 12 dystir.