Fyrr í vetur fóru teir báðir, John Heri Dam og Rúni í Soylu til Noregs, har teir í eina tíð skuldu royndarvenja við norska felagnum, Jotun, sum liggur í triðbestu norsku deildini.
Fremsta orsøkin til, at tað júst var Jotun, sum teir báðir vandu við, var, at venjarin hjá felagnum er fyrrverandi landsliðsleikari okkara, Kári Reynheim.
Í fyrsta umfari var avtalan bert, at teir báðir skuldu venja við norska felagnum. Í farnu viku vóru teir so aftur at síggja her á klettunum, og meðan Rúni verður verandi her heima fyri fyrst, fer John Heri avstað aftur í komandi viku.
Semja er millum felagið og føroyska leikaran um, at hann komandi árið skal royna seg hjá teimum.
Royna okkurt nýtt
Sjálvur sigur John Heri, at hetta mest er fyri at royna nakað nýtt, nú hann fer at royna seg í grannatjóðini komandi árið.
Peningaliga er talan ikki um tær stóru upphæddirnar, men hinvegin hevur felagið útvega honum arbeiði, so hann roknar við, at tað skal nokk ganga.
Nú vetrarkuldin rættuliga ger um seg har yviri, hava teir fyri tað mesta vant í høllini hjá Sogndal, har fleiri aðrir føroyingar sum kunnugt royna seg Sum skilst er talan um rættuliga góðar umstøður. Høllin, sum Sogndal fyri stuttum hevur latið bygt, kostaði ikki minni enn 90 mió.kr., so tað er ikki tað sama, sumat venja innandura her heima..
Norska kappingin fer í gongd móti endanum av apríl mánaði, so spennandi verður at síggja, hvussu føroysku leikararnir í Sognefjord fara at roynast.