Mánadagin og týsdagin setast strandalondini aftur við samráðingarborðið í Edinburgh at tosa um makrelin.
Men Jacob Vestergaard er ivingarsamur um, hvat kann koma burtur úr.
- Vit hava verið nær við fleiri ferðir, at fáa eina semju, men so er okkurt komið upp, so tað er ilt at siga, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vónar kortini, at nakað munagott kann koma burtur úr.
- Ja, tað vóni eg. Vit hava verið so nær við at fáa eina semju, og hesaferð vóni eg, at tað fer at bera til, sigur Jacob Vestergaard.
So nú er bert at bíða og vita.