Afturbering av skatti hevur havt stóra ávirkan á nýskapanargongdina í Íslandi

Í Íslandi hava tey góðar royndir við skattaafturberingarskipan fyri nýskapanarvirksemi, og á Tonik fer Freyr Friðfinnsson at greiða frá hvørja ávirkan henda skipanin hevur havt á nýskapanarumhvørvið í Íslandi

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024.

 

Endamálið við ráðstevnuni er, at vinnan og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan fáa ein kveikjandi og savnandi pall, við beinleiðis íblástri frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Ráðstevnan er eisini ætlað til knýta sambond og at deila vitan.

 

25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan.

 

Ein av hesum fyrilestrarhaldarunum er Freyr Friðfinnsson. Freyr er útbúgvin KT-verkfrøðingur og hevur eina MA útbúgving í leiðslu og innovation. Harumframt er hann stýrislimur í stýrinum fyri Nordic Innovation, sum er ein stovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum, hvørs endamál er, at menna nýskapanarumhvørvið í Norðanlondum.

 

##med2##

 

Freyr hevur drúgvar royndir innan nýskapan og vøkstur. Seinastu 5 árini hevur Freyr arbeitt í KLAK – Icelandic Startups, við at menna íverksetaraumhvørvið, og KLAK hjálpir árliga yvir 80 íverksetarafyritøkum ella startups framá við viðkomandi vinnudíkjarum og verktovum. Fyrilesturin hjá Freyr – sum hevur heitið “The Icelandic Model – from ideation to scaleup” - fer at snúgva seg um hvussu KLAK hevur ment eina “roadmap” ella ætlan fyri íverksetarar frá hugskoti til vøkstur, og um hvørja ávirkan skattaafturberingarskipanin hevur havt á nýskapanargongdina í Íslandi.

 

Les meira um ráðstevnuna á tonik.fo

 

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK ráðstevnuni.