Afturgongd í bilasøluni fyrsta mánaðin

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár sæst nú ein aftur gongd í bilasøluni.

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár sæst nú ein aftur gongd í bilasøluni.

 

Tað vísa hagtøl hjá Akstovuni fyri bilasøluna fyrsta mánaðin í ár.

 

Í januarmánaði í ár vórðu seld 116nýggj akfør. Sama mánað í fjør vórðu seld 143 akfør. Tað er ein afturgongd upp á 27 akfør - ella 19 prosent.

 

Størsti bólkurin eru persónbilarnir. Í januar í ár vórðu seldir 92 persónbilar. Sama mánað í fjør vórðu seldir 103 persónbilar. Afturgongd er 11 bilar, ella 10,7 prosent.

 

TRÝST HER fyri at síggja bilasøluna fyrista mánaðin í ár í mun til fyrsta mánaðin í fjør.