Afturgongdin hevur verið størst hjá ÍF og KÍ

KÍ og ÍF eru tey liðini, sum higartil hava havt størst afturgongd, tá ið sammett verður við úrslitini í fjør

Fuglfirðingar eru á veg til Klaksvíkar, har fyrsta bríkslið millum KÍ og ÍF verður klokkan 18. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tað hevur hilnast væl verri higartil í ár, enn tey gjørdu í fjør, tá ið sammett verður við úrslitini ímóti liðunum, sum higartil hava verið á skrá.

Úrtøkan hjá ÍF er sjey stig lakari, enn hon var í fjør ímóti teimum somu seks, sum higartil í ár hava verið mótstøðuliðini.

Eitt av glæsiligu úrslitunum hjá ÍF í fjør var, tá ið tað beinanvegin eftir summarsteðgin endaði við 4-2 sigri í Klaksvík.

-Eftir stórtapið ímóti B36 í Gundadali fyri einari viku síðani ætla vit okkum at vísa heilt øðrvísi hugburð og avrik í Klaksvík seinnapartin, sigur ÍF miðvallarin Niels Pauli Danielsen.

Einasti maður, sum tað er ivi um, er Dánjal á Lakjuni, sum hevur drigist við skaða í lærkrikanum.

 

KÍ úrtøkan higartil er fimm stig lakari enn ímóti somu mótstøðuliðum í fjør. Ímóti ÍF er við sigri møguleiki at betra um hesi hagtølini.

-ÍF hevur áður víst seg at vera torført mótstøðulið hjá okkum í Klaksvík, tá ið teir hava verið álopssinnaðir. Avbjóðingin hjá okkum er nú at arbeiða okkum fram til rættu miðverjuna, nú bæði Hørður Askham og eg eru leikbannaðir, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen.

Umframt teir báðar miðverjarnar er David Langgaard ikki tøkur. Hann er skaðadarvaður.