Klaksvíkar Sjónleikarfelag heldur fram við at spæla leikin, Afturgongur, hesa vikuna. Hóskvøldið var ein sýning klokkan 20.00, og í aftur í kvøld verður spælt klokkan 20.00. Sunnudagin verður spælt klokkan 17.00.
Aftugongur er leikur, sum Henrik Ibsen skrivaði. Talan er um ein av best kendu leikunum hjá Ibsen, sum hevur verð spældur kring allan heim.
Fimm leikarar spæla leikin, sum viðger nøkur av lívsins grundleggjandi viðurskiftum. Leikararnir eru Adelborg Linklett, Suni Svabo Samuelsen, Jógvan Brim Joensen, Eyð Matras og Bjarni Ziska Dahl.
Caroline Zantonique og Laura Joensen hava staðið fyri leikstjórnini av leikinum.