Afturhvarv á Toftum

Tað gjørdist til eitt fyribils farvæl, tá B68 mánakvøldið mátti ásanna, at veruleikin nú snýr seg um dystir í aðru deild í komandi kappingarári. Einki er tó at ivast í, at uttan B68 verður besta føroyska deildin eina uppliving fátækari

B68-afturhvarv

Trý gullmerki, eitt silvurmerki og seks bronsumerki. Tað er úrtøkan, sum B68 hevur havt í bestu deildini, síðani teir í 1981 fyri fyrstu ferð royndu seg í deildini. Sanniliga avrik, sum tey fægstu feløgini kunnu standa mát við, men fyribils eru hetta nú tøl, sum eru farin í gloymibókina.
Kaldi veruleikin sigur kann lesast á stigatalvuni. Og boðini haðani eru greið. Toftamenn mugu til komandi kappingarár smyrja seg við at spæla fótbólt í næstbestu deildini, eftir at teir í samfull 24 ár hava verið partur av toppinum av føroyskum fótbólti.
Og tað er helst einki at ivast í, at tað eru fleiri við toftamonnum, sum harmast um hetta. Tí hóast nostalgi og kenslur sum so ikki bera nøkur stig við sær, so hevði føroyskur fótbóltur verið nógv fátækari, um ikki toftamenn høvdu verið við í bestu deildini hesa næstan fjórðings øldina.

Kollvelting í føroyska fótbóltsheiminum
Fyrstu árini, sum toftamenn komu upp, var talan at kalla um eina ævintýrkenda støðu. Kanska ikki bara á Toftum, men í Eysturoynni sum heild.
Her høvdu fuglfirðingar í 1979 sum fyrsta eysturoyarliðið nakrantíð vunnið gull í FM-kappingini , og yvirhøvur vóru nógva staðni greið tekin um ta framgongd, sum fótbóltinum í Eysturoynni var fyri. Sama árið - í 1979 ? fór GÍ flúgvandi ígjøgnum aðru deild, og við fullum stigatalið! vunnu teir sær rætt til at spæla í bestu deildini. Gøtumenn hava nærum ikki litið aftureftir síðani tá, og fram til í ár tóktist tað sama vera galdandi fyri B68.
Teir vunnu aðru deild árið eftir ? í 1980 ? og alt fyri eitt gjørdu teir vart við seg. HB og TB kappaðust sum vant um gullið, men eysturoyarliðini settu tó sína spor í hesa kapping. HB tapti bert tríggjar ferðir hetta árið. Tvær ferðir fyri GÍ og eina ferð - Í Gundadali ? fyri B68. TB fekk tó ikki gjørt sær dælt av hesum, og høvdu teir bara vunnið ein av dystunum móti B68, kundu teir ognað sær gullið, men báðu ferðirnar megnaði nýggja liðið at fáa javnleik, og so vann HB gullið við betri málmuni enn TB. GÍ gjørdist nummar trý og B68 nummar fýra, so ein nýggjur maktdepil var spakuliga at hóma.
Næsta árið verður ofta sagt at vera tað truplasta hjá einum uppflytara, og hetta var 1982 eisini gott dømi um. Toftamenn endaðu næstaftastir. Eitt stig framman fyri ÍF, og tungan á vágskálini var uttan iva sigurin hjá B68 í Fuglafirði.

Eysturoyargullið
Næstu árini sýndu av álvara, at eysturoyggin nú var at rokna sum maktdepilin í føroyskum fótbólti.
GÍ vann gullið í 1983, og so komu toftamenn av álvara ígongd. Við John Kramer at stýra liðnum, eydnaðist tað tvær ferðir á rað at vinna meistaraheitið. Og ikki minst var tað ein imponerandi staðfesting, at liðið hesi bæði árini bert tapti tríggjar landskappingardystir. Og tá lagt verður afturat, at liðið - eftir at hava tapt fyrsta dystin í 1985 4-1 ? spældi trettan dystir við málmuninum 18-3.
Leikararnir á B68-liðnum hesi árini fingu í nógvar mátar hetju-status á Toftum. Millum hesar kunnu nevnast nøvn sum Axel Højgaard, Jens Christian Hansen, Ingemar Olsen, Kjartan Nesá og Ingolf Petersen.
Og eftir hetta var B68 eitt lið, sum tú skuldi rokna við í føroyskum fótbólti. Tað var kanska ikki altíð, at endastøðan varð heilt so ovarlig, men stríðsviljin var eyðkendur. Teir góvust ikki fyrr enn seinasta bríkslað, og tó at teir av mongum fingu eyknevnið, B-Gúpp-og-trýss, so mundi hetta einamest vera eitt tekin um hálvgum øvundsjúku frá liðum, sum kanska megnaðu at spæla vakrari fótbólt enn toftamenn, men sum ikki megnaðu at fylgja við tí engagementi, sum toftamenn løgdu í sítt spæl, og sum oftani tryggjaðu teimum stig, sum teir kanska ikki so nógv spældu seg til.

Hildu støðinum
Og tó at tað skuldu ganga sjey ár, áðrenn gullið fyri triðju ferð kom á Svangaskarð, so vóru toftamennnir alla tíðina við. Tó at teir í 1987 máttu niður á sætta plássið, so vóru teir árið eftir við til tað allar seinasta, tá teir endaðu eitt stig aftan fyri HB í einum kappingarári, har B36 í summarsteðginum mundi halda seg hava vunnið alt.
Í 1989 gjørdist talan aftur um bronsu, meðan árini ?90 og ?91 ikki teljast millum teirra, sum tey í felagnum hava størstu minnini um. Tó at úrslitini her ikki vóru av teimum allarbestu, so var tó greitt, fleiri nýggir stórleikarar vóru um at finna vegin fram á Toftum.
Eingin teirra var bjartari enn Øssur Hansen, ið sum 21 ára gamal í 1992 var maðurin, sum heilt nógv roknaðu við. Eisini hevði liðið nú fingið styrk við Abraham Hansen, umframt at málslúkurin, Bergur Magnussen, eisini byrjaði venjingarnar her, tó at honum skjótt stóð greitt, at drúgvur knæskaði framhaldandi var til fortreð.
Við Jógvani Norðbúð sum venjara, hugdi B68 sjáldan aftur hetta kappingarárið. Einastu ferðina var kanska, tá teir á grasinum á Svangaskarði vórðu mest sum úrlætnir av GÍ. Men enn einaferð vann treiskni hjá toftamonnum fram, og eftir at hava vunnið í Vági á næst seinasta leikdegi, var mest sum greitt, at gullið kom til høldar, og tað gjørdi tað eisini.

Óheppin samanfall
Hetta var seinasta ferðin, at B68 var heilt uppi á tindunum. Gaman í megnaðu teir av og á at stinga høvdið heilt fram í heiðursmerkjarøðina, men fyri tað mesta snúu 90?ini seg umat byggja eitt nýtt lið upp.
Toftamenn gjørdu tó eisini um seg í aðrar mátar, nú nýggju tíðirnar av álvara vóru komnar til føroyskan fótbólt. Teir høvdu í nøkur ár roynt seg við ymsum útlendskum leikarum, men tá markið í 1999 varð økt til fýra leikarar, gjørdu teir skjótt av. Ikki færri enn fýra brasilianskir leikarar vórðu fingnir til vega, og tó at tað var ymiskt, hvussu tað hildnaðist hjá hesum, so fær fáur talað ímóti eksplosiónini, sum toftamenn um hetta mundi stóðu sum fremstu eksponentar fyri.
Bronsukrónurnar, sum liði vann í 2000, 2001 og 2003 vóru sum so eisini partvíst úrslit av eini hepnari hond á útlendingaøkinum, eins og felagið - hóast truplu støðuna í 90?unum ? alla tíðina hevði framt eitt miðvíst ungdómsarbeiði. Eitt nú hevur felagið hesi árini uppalt leikarar sum Fróða Benjaminse, Arnbjørn Danielsen og Jann Inga Petersen, og saman við bæði lokalum og fremmandum kreftum hava hesir borgað fyri eini slíkari góðsku, at liðið framvegis varð roknað sum eitt óvanliga trupult mótstøðulið.
Tá tosað verður um fyrstudeildarfótbólt, so er tann tíðin nú fyribils farin. Tað er altíð lætt at vera eftirklókur, men sæð í bakspeglinum, so eru helst lutir, sum í vetur kundu verið gjørdir øðrvísi á toftum. Neyðugu garderingarnar fyri Hans Fróða Hansen og Fróða Benjaminsen komu ongantíð til felagið, og hartil var liðið sera meint rakt í nógvar mátar. Allar ringast var kanska, at Albert Sævarsson mátti stinga í sekkin beint undan kappingarbyrjan, og tað var ikki fyrr enn í seinnu kappingarhálvu, at skikkaður avloysari varð funnin í málið. Tað taldi heldur ikki rætta vegin, at Mikkjal Thomassen, sum skuldi avloysa Fróða í maskinrúminum, at kalla alt árið stríddst við skaða, eins og Herbert í Lon Jacobsen tíðliga á árinum breyt beinið. Hetta saman við teimum so væl kendu marginalunum ? sum hesaferð hava vent ímóti B68 ? hevur so líðandi máa støðið undan liðnum, og hóast liðið nærum megnaði at gera ein »Skála« seinastu umførini, so var ? sum bretin segði ? too little too late. Toftamenn mugu til komandi kappingarár venja seg við at skula spæla leygardag, og í so máta man seinasti dysturin á árinum vera ein forsmakkur til tað, sum nú er í væntu.
Men eitt er tó víst. Treiskni býr framvegis í monnum, og tað skal vera heilt løgið, um B68 ikki telist millum liðini, sum fara at stríðast heilt frammi í oddinum, tá tosast skal um, hvør skal vinna sær rættin til at flyta upp í bestu mansdeildini um eitt ár.