Megafood Aps afturkallar nudlur, tí bacillus cereus er ávíst í vøruni. Um tú hevur hesa vøru eigur tú at blaka hana burtur ella lata hana aftur í handilin har hon er keypt.
Hetta skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Hvør er vøran?
Korean Street Topokki (sweet-spicy)
Best fyri: 13.02.2027, 10.03.2027 og 15.04.2027.
EAN-strikukota 8805957023964
Hvar er vøran seld? Vøran er seld í føroyskum handlum
Virkið, ið afturkallar; Megafood Aps
Orsøk til afturkalling: Bakterian Bacillus cereus er ávíst í vøruni.
Vandi: Infektión við Bacillus cereus bakterium kann viðføra sjúkutekin so sum kvalma, spýggju, pínu í búkinum og leyst lív. Tilber at lesa meira um Bacillus cereus í matvørum her: Bacillus cereus i fødevarer - Styrelsen for Fødevarer, Landbrug og Fiskeri
Ráð til borgaran: Vørurnar eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.











