Fyri áleið 80-85 árum síðani gjørdu ommu mínar og báðir abbar mínir av ikki longur at luttaka í føroyskum dansi. Hvørki foreldur míni ella systkin teirra (tilsamans 18) hava tikið dansin uppaftur.
Heldur ikki eg ætli mær at dansa føroyskan dans, ei heldur fari eg at eggja børnum mínum til tað.
Í Føroyum og í øllum vestanlondum eiga vit rættin til at uppala børn okkara eftir egnu sannføring. Dansieldhugað eru farin heldur vítt, um tey halda seg kunna taka hendan rættin frá fólki.
Tað kunnu vera ymiskar orsøkir, sum gera at fólk ikki dansa, men tey hava undir ongum umstøðum skyldu til at greiða frá hví.