AGF úr Århus hevur ikki havt tað lætt í donskum fótbólti, hóast felagið pr. traditión telist millum tey stóru í Danmark. Nú spælir AGF í næstbestu deildini, men har gongur væl hjá felagnum. Um vikuskiftið vann AGF sín dyst ímóti Thisted, og við sigrinum togaði felagið seg upp á næstfremsta plássið í 1. deild, og verður felagið liggjandi har, vinnur tað uppflyting til superliguna. Fýra umfør eru eftir at spæla, og AGF er í harðari kapping við Fredericia um uppflytingina.