Agger tosar ilt um Drogba

Tað eru ikki tey nógvu rósandi orðini, ið danski Daniel Agger hevur á tunguni um Didier Drogba. Orðini koma eftir dystin millum liðini í Champions League-hálvfinaluni mikudagin í síðstu viku. – Hann er ein sjónleikari, men tað er jú hansara spælistílur, sigur sterki danski Liverpool-verjuleikarin, sum í morgin saman við liðfeløgunum skal royna at vinna á Chelsea við meir enn einum máli, fyri at røkka finaluni í Champions League.