Tað var Agnas Heinason í Norðragøtu, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Høvuðsvinningurin var stórur, 2,3 miljónir krónur.
Agnas Heinason segði, at hon einaferð áður - fyri fleiri árum síðan - hevði vunnið í Gekka-spælinum. Tað var, tá lúkurnar vóru, og ta ferðina vann hon ein dustsúgvara.
Í kvøld valdi kvinnan í Norðragøtu at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 800.000 krónum í hvørjum leypi. Men, hon kom bara at snara hjólinum ta einu ferðina.
Í fyrsta og einasta drátti í Gekka-spælinum í kvøld steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm gav henni 50.000 krónur.
- Eg haldi, eg steðgi, segði Agnas Heinason.
Gekka-verturin, Jan Gardar, helt fyri, at hetta nú heldur ikki var so galið - at vinna 50.000 krónur í Gekka-spælinum í kvøld.
- Ræðuliga lekkurt, vóru orðini hjá einari fegnari Agnas Heinason, sum soleiðis gjørdist hesar skattafríu krónur ríkari í kvøld.
##med2##