Fólk úr øllum landinum høvdu leitað sær til Klaksvíkar at uppliva Pólland á bókasavninum í Klaksvík. Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu hevði tikið myndatólið við, og hann lýsir kvøldið við hesum vælvaldu orðunum:
- Kinga Eysturland er ein av fleiri póllendingum, sum búgva í Klaksvík, og í gjár bjóðaðu hon og hinir póllendingarnir øllum at uppliva heimlandið á Klaksvíkar bókasavni. Nógv fólk vitjaðu tiltakið, har Kinga hevði ein fyrilestur um Pólland og seg sjálva. Harafturat tóku nógv av møguleikanum fyri at práta við póllendingar og spyrja teir um pólska lívið og mentanina.
Eftir fyrilesturin var bjóðað til drekkamunn og pólskan mat, og hetta rundaði tiltakið av sum eina pólska heildaruppliving, sum fyriskipararnir eru sera væl nøgdir við. Ein partur av integratiónsarbeiðnum í Klaksvíkar kommunu er at skipa fyri tiltøkum, sum fremja integratiónini í samfelagnum. Tiltakið í gjár er dømi um júst hetta, og hetta vísir, hvussu nógv tilflytarar og upprunaføroyingar kunnu læra hvør av øðrum.
(Mynd: Dávur Winther)