Ajax og Inter stóru tapararnir

Chelsea, Valencia og Borussia Dortmund er millum teirra, sum eru víðari

Fyrra hálva av sætta og seinasta umfarinum í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Ajax og Inter Milan standa eftir við ongum, meðan feløg sum Chelsea, Valencia og Borussia Dortmund eru víðari. Fyrr í kvøld vann Liverpool seg eisini víðari.

Í bólki F var kapping um at fylgja FC Barcelona til endaspælið. Bæði Inter Milan og Borussia Dortmund kundu vinna seg víðari. Inter Milan tapti 2-1 móti einum nærmast eykaliði hjá FC Barcelona. Carles Perez legði gestirnar á odda, áðrenn Romelu Lukaku javnaði fyri Inter.

Í seinna hálvleiki skoraði Inter Milan tvær ferðir, men talan var um rangstøðu. Av tí at Borussia Dortmund vann á Slavia Prag, so skuldi Inter Milan vinna. Tað sást eisini móti endanum, tí liðið fór upp í límingini. Tí kundi innskifti Ansu Fati vinna dystin fyri FC Barcelona.

##med2## 

Í bólki H var spennandi til tað seinasta, tá Ajax stóð eftir við ongum. Hálvfinalistarnir frá seinastu kapping skuldu bara hava javnleik á heimavølli móti Valencia, men taptu 1-0. Tá so Chelsea eisini vann á Lille fór tey víðari.

Lyon var um reppið at tveita alt vekk í bólki G, men javnaði móti dystarenda, so tað endaði við 2-2 javnleiki móti týska RB Leipzig. Tey koma bæði víðari.

Sostatt eru Liverpool, FC Barcelona, RB Leipzig og Valencia víðari sum vinnarar av bólkinum, meðan Napoli, Borussia Dortmund, Lyon og Chelsea víðari sum nummar tvey.