Ákærdi ávísar minnissvíkir

Tað kom fram í rættinum í gjár, at ákærdi ikki mintist til ávísar hendingar, og ikki kundi greiða frá ymiskum viðurskiftum.

Tað kom fram í rættinum í gjár, at ákærdi ikki mintist til ávísar hendingar, og ikki kundi greiða frá ymiskum viðurskiftum.

 

Nevningarnir sluppu at hoyra 1-1-2 uppkallið, sum var gjørt hesa lagnunátt, 20. november 2013.

 

Ákærdi var spurdur um hetta uppkallið, og hann greiddi frá, at tað var maðurin hjá fyrrverandi konu ákærda, sum gjørdi uppkallið.

 

Hann segði, at teir vóru báðir í miðhæddini, tá hesin gjørdi uppkallið, men at hann sjálvur var farin niður undir, meðan uppkallið fór fram. Hann segði eisini, at tann, sum gjørdi uppkallið, kom niður undir við sær og inn í køkin.

 

Hetta kann ikki vera rætt, tí tað hoyrist týðiliga á samrøðuni, at maðurin fór út í bilin at spyrja, hvør rætti bústaðurin var. So her er ein minnissvíkur.

 

Ákærdi dugdi heldur ikki at siga, hvar onnur tuflan var blivin av. Hann hevði mist hana á veg upp á ella komin á altanin, men tá politiið kom á staðið, stóðu báðar tuflurnar í gongini hjá ákærda. Hann visti ikki at siga, hvussu tað ar hent.

 

Eitt annað, sum ákærdi ikki visti at siga, var, hví órættaði hevði tvær knívsstungur í bringuni, tá hann bert var dottin einaferð.

 

Málið heldur fram í Førya Rætti í morgun, og kanska tað verður varpað ljós á onkran av hesum spurningunum.