Áki hevur ikki skrivað undir

Tíðindini, sum jn.fo ber í dag, eru ikki sonn. Lesið samrøðu við Áka Egilsnes her.

Heimasíðan jn.fo ber í dag tíðindini um, at Áki Egilsnes úr VÍF hevur skrivað undir sáttmála við íslendska felagið ÍBV, har 19 ára gamli vestmenningurin var og royndarvandi í síðstu viku. Tey tíðindini eru ikki sonn.


Áki Egilsnes sigur sjálvur við in.fo í kvøld, at eingin sáttmáli er undirskrivaður. Tað lá eisini í kortunum, at tíðindini høvdu heldur tunt grundarlag, tí íslendska heimasíðan, sum jn.fo endurgevur, er óálítandi.


ÍBV manglar í løtuni ein vinstrahentan høgra bakk, og sambært Áka, so eru ábendingar um, at teir ynskja at fáa hann til Íslands at spæla. Áki sigur seg vera væl nøgdan við royndarvenjingina, og hann heldur, at tað gekk væl.


- Men støðið var høgt. Størsti munurin, ið eg legði tilmerkis, var kropsliga styrkin. Teir eru stórir og sterkir og ferðin á spælinum var høg. Støðið er hægri enn í føroyskum hondbólti, sigur Áki Egilsnes við in.fo í kvøld.


Áki viðgongur, at hann er í samráðingum við ÍBV. Í løtuni liggur bólturin hjá umboðsmanninum hjá Áka, sum er í samráð við báðar partar og væntandi hevur eitt tilboð klárt fyrsta dagin. Um rætta tilboðið kemur, so er Áki tilreiðar at taka av.


- Á einum stiðja frá eitt til 10, so vildi eg mett at sannlíkindini eru átta ella níggju, svarar Áki, tá ið hann verður spurdur, um hann ætlar sær at taka av einum møguligum íslendskum ævintýri.


ÍBV er í løtuni á 5. plássi í bestu íslendsku deildini. Harafturat luttekur felagið í European Cup, har tað seinni í vikuni fer til Portugal at spæla ímóti SL Benfica.