Áki og EHV Aue vunnu týdningarmiklan dyst í botnstríðnum

EHV Aue er fýra stig undir niðurflytingarstrikuni

Áki Egilsnes gjørdi stóran mun og skoraði trý mál seinastu sjey minuttirnar tá hann og liðfelagarnir í EHV Aue vunnu ein sera týdningarmiklan 32-29 sigur á Eintracht Hagen á útivølli í næstbestu týsku hondbóltsdeildini.

 

EHV Aue var á odda 15-14 í steðginum.

 

Tað skal tó nógv til um EHV Aue skal sleppa undan at flyta niður í triðbestu deildina. 

 

EHV Aue er aftast í 2. bundesligu við 21 stigum. Áki og liðfelagarnir hava fýra stig upp til fjórðaftasta plássið, ið gevur eitt nýtt kappingarár í 2. bundesligu. 

 

EHV Aue hevur bert fýra dystir eftir at spæla í kappingini, og tí skulu nógvir lutir ganga teirra veg um teir skulu bjarga plássinum í deildini. 

 

Sunnudagin 22. mai spælir EHV Aue á heimavølli móti Rostock í tí fjórðseinasta dystinum hetta kappingarárið.