Í morgin verður ein akkordian kapping í Kommunuskúlanum har 17 næmingar hjá musikklæraranum, Anna Hüdepohl, fara at taka lut. Talan er um eina kapping, sum Danske Harmonikaspilleres Landsforbunf skipar fyri á hvørjum ári.
- Vit skuldu taka lut á fyrsta sinni í fjør, men øskuskýggið frá Eyjafjallajøkli forðaði fyri, at vit sluppu avstað. Í staðin tóku vit næmingarnar upp á video, og løgdu teir út á internetið, og tíbetur vóru dómararnir so beinasamir at døma út frá tí, sigur Anna Hüdepohl.
Hesaferð hava tey so gjørt tað, at í staðin fyri at 17 næmingar fara til Danmarkar at taka lut í kappingini, koma tveir dómarar til Føroya at døma.
- Talan er um somu dómarar, sum hava dømt kappingina í Danmark, sigur Anna Hüdepohl.
Av teimum 17 næmingunum, sum skulu royna seg í morgin, er ein vaksin, meðan hini eru børn millum 8 og 12 ár.
- Kappingin er pedagogiskt skipað og dømt verður á fýra stigum, elementert, alment, høgt og kunstneriskt. Til ber at taka lut sum solistur, duo ella sum bólkur, sigur Anna Hüdepohl.
Kappingin fer fram í sangstovuni í Kommunuskúlannum, og varar frá klokkan 10 til 14.