Erik Biskopstø hevur nógv um at vera

Summar festivalurin fer av bakkastokki í kvøld. Í Klaksvík leggja tey síðstu hond á festivalin

Erik Biskupstø, fyriskipari, hevur nógv um at vera áðrenn festivalurin byrjar.

 

- Tað er nógv trýst á beint áðrenn dyrnar lata upp. Nógv sum ringja um stórt og smátt, men tá dyrnar lata upp, legst ein friður, í øllum førum hjá mær, tí tá eru tað onnur sum taka yvir, og vit hava góð fólk á øllum postum.

 

Um veðrið, ella onnur viðurskifti gera tað neyðugt at tillaga festivalin, er Erik Biskupstøð klárur traðka til. Veðrið hevur ávirkað festivalin eitt sindur. Skrúðgongan sum børnini plaga at ganga úr Klaksvíksgarði niðan í Silvalandi er avlýst.

 

- Vit vóru eitt sindur seinkað av veðriðnum í morgun. Tað brast á við landsynningi og nógvum regni, men nú eru tey aftur í holt við at fáa tað seinasta uppá pláss.

 

Undirtøkan fyri Summar festivalinum er líka góð sum hon plagar, møguliga nakað betur enn í fjør.

 

##med2##