Tað hevur gingið væl í Barentshavinum, har Akraberg og Gadus eru.
Í kvøld hava vit havt samband við skiparan á Akrabergi, Eyðun á Bergi, sum sigur, at tað hevur viðrað væl hesar báðar vikurnar, sum teir hava roynt. Fyrru vikuna royndu teir á Skolpen bank, og seinnu vikuna hava teir ligið í vestkantinum á Gásabankanum. Tað er stutt millum tey bæði føroysku skipini.
Akraberg hevur 375 tons av skráskornum og heilum fiski. Tað mesta er toskur, so er nakað av hýsu, líra og svartkalva. Tað verður fryst og sett í lastina á plattum. Í hesum fiskarínum rúmar lastin á Akrabergi umleið 500 tons.
Frá Gadusi frættist í kvøld, at hann hevur 285 tons.
Brandur Joensen førir Gadus og Eyðun á Bergi Akraberg.