Teir rokast í Barentshavinum.
Í morgun fór Akraberg at sigla heim. Akraberg loysti 25. juli, og hevur harvið verið burturi í ein góðan mánað. Tað tók 28 samdøgur at fiska uppí.
Veiðan er 900 tons av skráskornum. Fyri tað mesta er talan um tosk, hýsu og upsa.
Akraberg hevur henda túrin roynt í russiskum sjógva. Manningin telur 24, og skipari er Eyðun á Bergi úr Klaksvík.
Í morgun høvdu teir Vardø fyr tvørs bakboð. Teir rokna við at vera á Fuglafirði hósdagin.