Akranes í spennandi verkætlan í Noregi

Akranes hjá Smyril Line Cargo fer sín fyrsta túr úr Rørvik í Noregi hósdagin hin 20. august, og síðan fer skipið úr Hitra fríggjadagin hin 21. august til Niðurlond við laksi.

 

Kystmagasinet skrivar, at tvær farmarutur, sum byrja fyrsta dagin úr Noregi og niður á evropeiska meginlandið, kunnu gera, at einir 6.500 trailarar færri verða at síggja á vegunum millum Noreg og evropeisk lond næstu tvey árini.

Heimasíðan vísir á, at næstu tvær vikurnar fær Mið-Noreg tvær fráferðir um vikuna sjóvegis til Niðurlond, og soleiðis verður møguligt at senda feskan laks úr Noregi til Evropa í stórum nøgdum.

- Føroyska Smyril Line Cargo við farmaskipinum MV Akranes fer fyrstu ferð úr Kråkøya í Rørvik hósdagin hin 20. august, og síðan fer skipið úr Hitra fríggjadagin hin 21. august.

Kystmagasinet leggur aftrat, at hin 3. september byrjar eisini North Sea Container Line at sigla laks við bingjuskipinum Coneste við vikuligum fráferðum úr Hitra til Rotterdam.

Sagt verður, at byrjanin til nýggju ruturnar er eitt úrslit av tí, sum norðmenn rópa "kysthavnalliansen", sum er eitt samstarv millum innflytarar og laksaframleiðarar í økinum, nevniliga alifeløgini Lerøy og SalMar.

Hetta er soleiðis eitt samstarv millum tey, sum keypa gerandisvørur í Evropa, sum kunnu flytast við skipsfarti norður eftir til norskar keyparar, samstundis sum laksavinnan í økinum kann flyta sín laks suður eftir við somu skipum.

Tey, sum standa aftan fyri hesa verkætlan, vísa á, at sjóvegis farmaflutningur er munandi meira umhvørvisligur enn trailaraflutningur eftir vegnum er. Tí verður vónað, at nýggju farleiðirnar úr Mið-Noregi til Niðurlond fara at fáa dygga undirtøku.