Aksel heldur fyrstu nýggjársrøðuna

Eingi tøl og nógv um virði fer at eyðkenna røðuna í kvøld, sigur løgmaður

Tað er bara ein røða, sum er løgliga ásett, at løgmaður skal halda. Tað er ólavsøkurøðan, sum er ásett í stýrisskipanini, har tað í grein 12 verður sagt, at á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og teimum ætlanum, sum landsstýrið hevur í ætlan at fremja

Aksel V. Johannesen hevur onga ólavsøkurøðu hildið. Um samgongan heldur og Aksel framvegis verður løgmaður, so verður tað um sjey mánaðir, at fyrsta høvið hjá honum verður til tað.

 

Síðani nøkur fá ár eftir, at Útvarp Føroya fór at senda í 1957, hevur løgmaður nýggjársaftan heilsað tjóðini. Nógvu tey fyrstu árini vóru tað fleiri av spíssunum í samfelagnum, sum fingu høvi at tosa í mikrofonina. Umframt løgmann vóru tað eitt nú formaðurin í fiskimannafelagnum og reiðarafelagnum, stjórin í fiskasøluni og eisini landbúnaðarráðgevin. Hans J. Jacobsen plagdi at taka til, at grasárið var av teimum frægu og viðhvørt lakari!

Seinni varð hetta broytt. Nú eru nýggjárssendingar, har fleiri av omanfyri nevndu taka lut. Siðvenjan, at løgmaður ber fram røðu, er framvegis, og tað er ilt at ímynda sær, at hon verður slept.

Tað er upp til løgmann sjálvan at gera av, hvat nýggjársrøðan skal snúgva seg um.

 

Í samrøðu við Óluvu Zachariassen í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya fyrrapartin segði løgmaður, at hann hevur í fyrireikingunum til hesa taluna lisið nýggjárstalur hjá undanfarnum løgmonnum – Kaj Leo Holm Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Anfinni Kallsberg – og at hann í kvøld fer at halda øðrvísi talu, enn undanfarnu løgmenn hava hildið.

-Tað er óneyðugt at hava tøl um búskapin við í hesi taluni, tí tey upplýsir Hagstovan okkum um. Sjálvandi skal nýggjárs talan vera savnandi, men eg haldi, at tað í taluni skulu vera virði og hugburðir. Tá ið tað er soleiðis, so verða summi samd og onnur ósamd, og soleiðis eigur tað at vera, staðfesti Aksel V. Johannesen løgmaður í útvarpinum hjá Kringvarpinum fyrrapartin.

Nýggjársrøðan hjá løgmanni verður send í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya klokkan 19.

Tá ið løgmaður verður liðugur at røða, verður nýggjársrøðan hjá drotningini send í sjónvarpinum. Hon verður annars at síggja í donskum sjónvarpi klokkan 17.