– Vit eru nær við, men ikki komin heilt á mál, segði Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari í gjárkvøldið.
Hann segði, at tey hava verið ígjøgnum øll málini, og at semja er um øll málini, tó at tey ikki endaliga eru orðað.
Tey møtast aftur í dag at orða sjálvt samgonguskjalið og at samanskriva alt tað, tey hava tosað um.
– So møguleikin fyri, at vit fáa eitt samgonguskjal er stórur, segði Aksel V. Johannesen við Dag og Viku í gjárkvøldi.
Men hann veit sjálvandi, at flúrarnir eru undir landi, og tí kunnu avbjóðingar fara at vísa seg, og tí tekur hann eisnin øll neyðug fyrilit.
Tá samgonguskjalið er liðugt stendur eitt málsøkjabýti fyri. Tað kann saktans vera avbjóðandi í sær sjálvum – og samgongur eru slitnaður upp á tað áður.
Tað eru tingbólkarnir hjá flokkunum, sum samráðast, men vanligt er, at baklandið hjá flokkunum eisini skal góðtaka samgonguskjalið.
Aksel V. Johannesen segði við sjónvarpið í gjárkvøldið, at tey satsa upp á at samanskriva samgonguskjalið í dag og kanska í morgin við, og at tey í fyrsta lagi mánadagin fara undir málsøkjabýtið – og so kann ein samgongan fara at vísa seg týsdagin ella mikudagin.
Løgtingið kemur saman hósdagin, og tað er best at hava alt upp á pláss, tó at tað ikki er nakað krav. Tingið skal skipast hósdagin og velja formann. Tað plagar eisini at vera ein partur av býtinum millum flokkarnar í samgongu, og tí liggur eitt trýst á, at fáa samgongu skIpaða fyri tingfundin. Tað er eydnast hvørja ferð síðani hendan skipanin varð brúkt fyrstu ferð í 1998 – uttan í 2002.