Fyri fyrstu ferð í ár fór næstbesta liðið hjá Skála fyri aðru ferð á rað av vøllinum við fullari úrtøku.
Leygardagin vann Skála 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi, og í kvøld vann Skála 2-0 á útiovølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi.
Grannauppgerðin í Hólmanum var lívlig og undirhaldandi. Fram ímóti dystarenda royndi heimaliðið at spenna álopsbogan í roynd at javna til 1-1. Tað eydnaðist ikki. Dómarin legði nógva tíð aftrat, og tá ið klokkan vísti 96 minuttir, økti Skála um munin. Tað var innskifti Jan Ingason Hansen, sum staðfesti sigurin.
Skála setti hol á lítla løtu undan steðginum. Málskjútti var Aksel B. Danielsen, sum smekkaði bóltin í málið eftir sending frá Poul Kallsberg. Aksel flutti í summar úr KÍ og út á Skála. Á næstbesta KÍ liðnum skoraði hann undan summarsteðginum níggju mál. Í kvøld skoraði hann fyrsta málið á Skála.
EB/Streymur er aftast við 12 stigum, og tað verður eftir øllum at døma torført hjá teimum í Sundalagnum at varðveita plássið í deildini. Skála hevur nú 23 stig og lyfti seg við sigrinum í kvøld fram á sætta plássið.