Aksel og Jens-Frederik við Mette á stjórnarleiðarafundi

Trygd, tilbúgving og Ukraina eru millum evnini á skránni í Finnlandi, har norðurlendskir stjórnarleiðarar hittast í dag.

Føroyar og Grønland verða við, tá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar í dag er á norðurlendskum ráðharrafundi í Finnlandi.

Tað sigur danska forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.

Føroya løgmaður, Aksel V. Johannesen, og formaðurin fyri Naalakkersuisut, gjørnlendski stjórnarleiðarin, Jens-Frederik Nielsen, eru eisini við á fundinum, har eisini týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, er við, tá Ukraina er á skránni.

Mette Frederiksen heldur, at full skala innrásin hjá Russlandi í Ukraina hevur "skakað okkara trygdargrundarlag", soleiðis at friður ikki longur kann takast fyri givið.

- Vit mugu handla. Styrkja okkara felags trygd. Verja okkara virðir. Og brynja okkara samfelag til at standa ímóti bæði hernaðarligum og hybridhóttanum. Hetta krevur, at vit styrkja samstarvið í Útnorði, og tí fegnist eg um, at bæði Føroyar og Grønland luttaka í dag, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum.

Forsætisráðfrúan endurtekur boðskap sín um at standa "ótroyttiliga" aftan fyri Ukraina.

- Tað snýr seg um at verja frælsi, tryggleika og tey virði, sum okkara samfelag er bygt á. Vit í Norðurøkinum deila hetta sjónarmiðið við Friedrich Merz, sum frá byrjan hevur verið krystallklárur: Evropa skal ganga á odda - handla avgerandi og av heilum huga, sigur hon.

Um vikuskiftið framdi russiski herurin nøkur av harðligastu loftálopum á Ukraina síðani innrásina fyri yvir trimum árum síðani.

Ein ódnarveður av russiskum rakettum og dronum varð send yvir stórar partar av Ukraina. Bjargingarlið skundaðu sær til fleiri enn 30 ukrainskar býir og bygdir sunnunáttina.

Ikki færri enn 367 rakettir og dronur vórðu sendar um náttarhimmalin. Í minsta lagi 12 fólk doyðu - teirra millum trý børn - upplýsa ukrainskir myndugleikar síðani, sambært Reuters.

 

/Ritzau/