Aksel Olsen: 91 ára gamal veljari

Kommunuvalið

Valdagurin er ein hugnaligur dagur. Hann kann síggjast í ymiskum ljósi ? alt eftir, hvar tú ert staddur í rokanum, sum er hendan dagin. Ert tú valevni ella áhugaður í valinum, er spenningurin um tað ókenda stórur. Tú kennur onkran ella stuðlar onkrum, sum er valevni, og tá er áhugavert at fylgja við, hvussu leikur fer. Velur tú bara, tí tað er tín "skylda", er dagurin neyvan so nógv øðrvísi enn aðrir dagar.
Situr tú í valnevnd í eini miðalstórari kommunu, møtir tú nógvum fólki ein slíkan dag. Høvið er eisini til prát millum valnevndarlimir um leyst og fast, tá ið steðgur er, og tað er ikki so sjáldan, at tey, sum koma inn at velja, hava okkurt at siga eftir, at atkvøðuseðilin er potaður niður í kassan.
Aksel Olsen, sum er 91 ára gamal og fyllir 92, 25. august komandi ár, var elsti veljari, sum greiddi atkvøðu á valstaðnum í Nes kommunu týsdagin.
Aksel segði seg ikki hava so ógvuliga stóran áhuga fyri kommunuvalinum, men helt, at løgtingsvalini eru meira spennandi enn kommunuvalini.
91 ára gamli toftamaðurin er byrgur, hóast høga aldurin. Minnið er gott, og hann veit ein hóp at siga frá. Eyguni halda sær væl, og hann hevur nýliga endurnýggja sýnsroyndina og koyrir bil, tá ið tað passar honum.
- Sum ungur ætlaði eg mær á sjómansskúla, men stóð ikki sýnsroyndina. Tí valdi eg maskinarbeiði, sigur toftamaðurin.
Aksel er ein áhugaverd søga. Sum 9 ára gamal var hann fyrsta túrin á Suðurlandinum, og mistaki eg meg ikki, var hann millum teir seinastu, sum sóu sluppirnar, Emmanuel og Lauru, sum fórust í 1932 ? við mann og mús.
Aksel var væl fyri og í góðum hýri valdagin.
Høgi aldurin sigur, at tað er avmarkað, hvussu ofta tú sleppur at velja aftrat, tá ið val er fjórða hvørt ár ? og bert hálvt nýggjunda ár resta í tey fyrstu 100!