Heri Mohr
Tað er kunngjørt Føroya fólki, at tann almenni stovnurin Bileftirlit Føroya hevur
broytt navn til Akstovan. Vit hava eisini fingið at vita, at landsstýrismaðurin við
vinnumálum svav fleiri nætur "uppá uppskotið", og at hann so líðandi hevur vant
seg við navnið.
Hóast allir landsstýrismenninir hava tikið undir við navnabroytingini, eru tað óivað
onnur, ið halda, at tað upprunaliga navnið, Bileftirlit Føroya, er meira sigandi, meira
relevant til tað, ið hesin almenni stovnur stendur fyri. Í føroysku orðabókini 1998
er tilskilað, at orðið ak "er eitt ið kemur darlandi aftaná".
Vit hava tríggjar stovnar við eftirlitsfunktiónum: Arbeiðseftirlitið, Skipaeftirlitið og
Bileftirlitið. Her er eingin ivi, øll vita, hvat hesir stóvnar standa fyri. Hóast Bileftirlitið
við 45 árum á baki hevur økt munandi um síni arbeiðsøki, serliga tey seinastu árini,
so hevur øll hendan øking relatión til motorakfør, og nógv tann størsti parturin av tí
økta arbeiðinum stendst av bilunum: Vektgjald (incl. sýn), koyrikort v.m.
So hetta átti ikki at givið orsøk til navnabroyting ?
Hóast bæði Landsbankin og Toll-og Skattstovan eru kvistar skornir av Føroya Gjaldstovu,
sum nú fram um alt annað er roknskaparstova landskassans, so er navnið óskalað.
Aftur til Akstovuna. Navnabroytingin gevur orsøk til fylgjandi spurningar:
- Við hvørjari grundgeving skuldi Bileftirlit Føroya hava nýtt navn ?
- Við hvørjari grundgeving skuldi Bileftirlit Føroya hava nýtt búmerki ?
- Hví varð nýtt navn til bileftirlitið ikki boðið alment út ?
Hví varð nýtt búmerkið til bileftirlitið ikki boðið alment út ?