Tað eru bæði hølisumstøður, staðseting og effektiviseringar sum gera, at Akstovan umskipar sýnini av akførum í Sandoynni og í Norðoyggjum.
Hesum boðar Akstovan frá í tíðindaskrivi í morgun.
Í september 2026 verður deildin hjá Akstovuni á Sandi latin aftur. Hetta hevur við sær, at øll akfør í Sandoynni frameftir skulu sýnast í Havn. Sýnshøllin á Sandi er eftirhondini gomul og ótíðarhóskandi. Uppstigan av høllini til at lúka dagsins tørv er kostnaðarmikil, og tí er avgerð tikin um at miðsavna sýnini í Havn.
Mett verður ikki, at broytingin verður til stórvegis ampa hjá bileigarum í Sandoynni. Við Sandoyartunlinum er samferðslukervið so mikið væl útbygt, at lætt er at ferðast aftur og fram. Nógv fólk í Sandoynni starvast í meginøkinum, og tað kemur meira enn so fyri, at fólk biðja um at fáa bilin sýnaðan í Havn, tí tað er høgligari á veg til ella frá arbeiði.
Í Norðoyggjum fevna broytingarnar einans um kamping- og viðfestisvognar. Sýnini av hesum vognum verða frá 1. mai 2026 flutt úr Klaksvík til Saltangará.
Umstøðurnar í og rundan um sýnshøllina í Klaksvík eru trongar og avbjóðandi til dagliga virksemið. Hetta ger tað so at siga ógjørligt at sýna vognrað, t.v.s. akfør við kamping- og viðfestisvognum. Kamping- og viðfestirvognarnir við eini heildarvekt oman fyri 750 kg skrásettir í Norðoyggjum eru lutfalsliga fáir í tali, og í Saltangará er tøkur kapasitetur at sýna hesar vognar.
Broytingarnar fevna ikki um persón- og vørubilar í Norðoyggjum. Teir verða framhaldandi sýnaðir í Klaksvík.










