Venjarafelagið hevur á triðja sinni valt ársins venjarar, ársins talent og hevur eisini givið "ársins herðaklapp".
Áki Johansen, næstformaður í venjarafelagnum handaði Alberti Ellefsen, ÍF-venjara steyp og aðrar áminningar honum til heiðurs, nú venjararnir í Føroyum hava kosið Albert at verða ársins venjara.
Á hesari kykmyndini ber til at síggja og hoyra løtuna, tá Albert bleiv heiðraður, umframt takkarrøðuna hjá Alberti: http://www.youtube.com/watch?v=yJ_N8MlQaEY&feature=youtu.be
Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Albert Ellefsen, sum fegnast um heiðurin frá sínum starvsfeløgum.