Aldarinnar brúdleyp

Hildið verður, at umleið tvær milliardir fólk fylgdu við í sjónvarpinum, tá William prinsur og Kate Middleton vórðu vígd í Westminster Abbey í London í dag. Sbretsku løgregluni í London stóðu umleið ein millión fólk í miðbýnum og hugdu.

Kate Middleton er nú alment Cathrine prinsessa.

Umleið 1.900 fólk vóru í Westminster Abbey, teirra millum umboð fyri kongshúsini í fleiri londum kring heimin og umboð fyri londini í bretska samveldinum. Harumframt vóru aðrir kendir gestir so sum Elton John og David og Victoria Beckham.

Aftan á vígsluna var samkoma í Buckingham Palace, og nøkur hundrað fólk eru til døgurða, har tann 85 ára gamla Elizabeth drotning er vertur.