Kvøldið í kvøld verður eitt stórt kvøld fyri limir í Havnar Klubba. Eingin ivi um tað. Tað er nevniliga í kvøld, at Havnar Klubbi hátíðarheldur 200 ára stovningardag, og við til hátíðarhaldið vera um 600 fólk.
Byrja á Hálsi
Kvøldið byrjar klokkan 19 við stórslignum borðhaldi í Høllini á Hálsi. Orsøkin til, at borðhaldið verður hildið í stóru ítróttarhøllini er rætt og slætt, at tað fáa staðni er pláss fyri so stórum borðhaldi nakrastaðni í høvuðsstaðnum.
Kurt Hansen frá Havnar Klubba væntar, at tað fer at taka eina góða løtu áðrenn allir 600 døgurðagestirnir hava funnið sær sess, og tí kann væntast, at bíðast má eftir døgurðanum til einaferð út móti klokkan átta. Men hvat bilar hetta á einum so stórslignum degi? Tað er jú ikki hvønn dag, at fólk sleppa í 200 ára føðingardag.
Fylla alt husið
Eftir borðhaldið, ið væntast at vara til einaferð eftir midnátt, verður farið oman í Klubban, har veitslan heldur fram í góðum lag. Og ikki nýtist fólki at stúra fyri, hvussu tað slepst úr høllini oman í Klubban. Fyrireikararnir hava nevniliga syrgt fyri, at bussar koyra allar føðingardagsgestirnar oman.
Fyri at fáa pláss fyri øllum gestunum í Klubbanum, verður alt húsið tikið í nýtslu í kvøld, og verður dansur í tveimum støðum. Nevniliga í veitsluhøllini og í Club 20. Í veitsluhøllini spæla Vestmenn og í Club 20 spælir Taxi, so har er nakað fyri bæði yngri og eldri.
Longd nátt
Ein fyrimunur við hátíðarnáttini er, at klubbin hevur fingið loyvi at hava longri opið enn vanligt. Men ein annar fyrimunur er eisini, at júst hendan náttin er ein tíma longri enn allar aðrar nætur í árinum.
Hesa nátt skal klokkan nevniliga flytast ein tíma aftur, so vit fáa vetrartíð. Hetta førir við sær, at tað verður ljóst ein tíma fyrr um morgunin og myrkt ein tíma fyrr um kvøldið. So hvør veit, um tað ikki eydnast at gerast ljóst, áðrenn seinastu klubbagestirnir leggja leiðina til húsa sunnumorgunin, lættir í sinni eftir eina góða veitslu?
Sosialurin ynskir Havnar Klubba hjartaliga tillukku á hátíðardegnum.