Tað hava ongantíð verið so fáar kvinnur arbeiðsleysur sum nú. Tað vísir tann nýggasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir arbeiðsloysið í Føroyum. Uppgerðin vísir, at í oktober var fulltíðararbeiðsloysið tilsamans 1,4 prosent og tað er 0,1 proent minni enn í september. Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið 2,3 prosent.
Í tali var vóru 387 fólk fulltíðararbeiðsleys í oktober í ár, tað eru 266 færri enn í sama mánað í fjør. Tey, sum eru tald upp í uppgerðina, eru tey arbeiðsleysu, sum eru skrásett hjá ALS og hjá Almannastovuni.
Hagstovan sigur eisini, at munurin ímillum kynini er minkaður nógv. Arbeiðsloysið hjá monnum er nú 1,2 prosent og hjá kvinnum er tað 1,5 prosent – og tað er lægsta arbeiðsloysið hjá kvinnum nakrantíð hevur verið.
Hagstovan sigur, at tá ið arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum. Men hesi síðstu tvey - trý árini, hevur munurin verið so at siga óbroyttur. Men síðani ársskiftið er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,8 prosent, niður í 1,5 prosent og hjá monnum er tað minkað úr 1,7 prosentum, niður í 1,2 prosent.