Ómakasleysar hitamátingar við aldumátaran hjá Lansdsverki geva Havstovuni týdningarmikla vitan um gróðurin á Landgrunninum.
Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Ein av høvuðsspurningunum, sum vit seta okkum á Havstovuni, er, hvat tað er, ið stýrir gróðrinum og harvið mattilfeinginum hjá fugli og fiski á Landgrunninum. Algunum tørvar tøðevni og ljós fyri at vaksa. Fyri at fáa nokk av ljósi mugu tær verða hildnar tætt at vatnskorpuni, og tað kann henda á grunnum sjógvi, ella har sjógvurin er lagbýttur. Lagbýti hendir, har lutfalsliga stillur sjógvur verður upphitaður av sólini um summarið, ella har ymisk sløg av sjógvi møtast (ein sonevndur frontur), og lættari sjógvur floymir inn yvir tyngri sjógv, skrivar Havstovan.
Havstovan mátar nøgdina av algum við Skopun, og tey hava sæð, at samband er millum broytingar í algunøgdunum og ymsar havfrøðiliga broytingar vestan fyri Føroyar, har millum annað ein aldumátari hjá Landsverki liggur fortoyaður.
Tað er dýrt og trupult at seta nýggjar fortoyningar á okkara tætt trolaða Landgrunn. Men til ber at gagnnýta hesa aldumátarafortoyning til at lýsa lagbýtið vestanfyri. Tveir hitamátar eru heftir á fortoyningina - ein tætt við vatnskorpuna og ein við botn.
Mátingar vísa, at váruppblómingin í mai 2011 hendi samstundis sum sjógvurin við aldumátaran gjørdist lagbýttur.
Seinni út á árið hava bit frá djóraæti, sum etur algurnar, og avmarking av tøðevnum lutfalsliga størri týdning. Tískil kann ikki væntast beinleiðis samband millum fysiskar broytingar í sjónum og mongd av algum tá. Vit vita, at samlaði gróðurin á Landgrunninum broytist sera nógv frá ári til annað, men vit vita ikki enn, hvussu hetta kann hanga saman við broytingunum útiá. Mest sannlíku svarini eru a) ymisk útskifting millum Landgrunnin og opið hav og b) tøðevnismangul í sjónum, sum streymar inn á Landgrunnin. Samstarvið við Landsverk hjálpir okkum at svara hesum spurningum, sigur Havstovan.