Kamartónleikabólkurin Aldubáran, mannaður við føroyskum yrkistónleikarum, spælir fleiri konsertir hesa vikuna Aldubáran hevur trý ymisk tónleikatiltøk á skránni hesa vikuna. Fyrst verða skúlakonsertir frá í dag, mánadag, til fríggjadag, fyri børnum í 1. til 3. flokki. Framførd verður søgan um fagottina, ið fekk ilt í búkin útsett fyri blásikvintett og frásøgufólk. Eisini verða barnasangir, ið Atli K Petersen hevur útsett fyri blásikvintett, framførdir.
Mikukvøldið kl. 20 verður árliga várkonsertin í Müllers Pakkhúsi, har nýggj føroysk verk ið høvuðsheitum verða framførd. Í ár er høvuðsdentur lagdur á fagottina, sum verður miðdepilin á konsertini. Christina Andersen framførir tvey nýggj verk fyri solo-fagott eftir Atla K Petersen og Andras Olsen. Á skránni verður trio fyri floytu, klarinett og fagott eftir Kristian Blak og nýskrivað blásikvintett eftir Ólav Larsen. Eisini verður kenda verkið seks bagatellir fyri blásikvintett eftir G. Ligeti á skránni. Tey, sum spæla verða: Andrea Heindriksdóttir floyta, Henrik Skotte obo, Anna E. Klett, klarinett, Christina Andersen, fagott, Páll Sólstein, horn. Frásøgufólk verður Andras Olsen.
Leygarkvøldið 23. februar kl. 19:30 hevur orkestrið konsert saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Tað verður blásikvintettin úr Aldubáruni, ið verður partur av Symfoniorkestrinum, men eisini aðrir Aldubárulimir spæla við orkestrinum. Nevnast kunnu Sámal Petersen konsertmeistari, Jógvan Zachariassen, fagott, Ólavur Olsen, trompet, Andras Olsen, trombon, Jóhannes Andreasen, klaver og Bernharður Wilkinson, sum stjórnar Føroya Symfoniorekstri.